Harpuríma
00:00
00:00
Embed Code (recommended way)
Embed Code (Iframe alternative)
Please login or signup to use this feature.

Velbastaðmenn kvøða Harpurímu 4. februar 1959

Har komu tveir biðlar ríðandi í garð,
– (eg) biði tygur renna –
bóðu moy, sum yngri var.
– rúnarmenn, gerið tað mín jomfrú, eg biði tygur:
rennið, talið varliga við teir, rúnarmenn!

2. Ta yngru teir tá bóðu,
ta eldru teir forsvóru.

3. Tann yngra hon er seg so fríð,
rætt sum sól um midsummars tíð.

4. Tann eldra hon er seg so ljót,
rætt sum ormar skríða á grót.

5. Tann yngra kann at spinna gull,
tann eldra er av svøvni full.

6. Tann yngra vevur gull í lað,
tann eldra svevur allan dag.

7. Tann yngra kann at spinna,
tann eldra ikki at tvinna.

8. Tann yngra kann at lesa lestur,
tann eldra ikki at seyma kvastur.

9. Systir talar til systur góð,
“Vit skulum okkum í sævarflóð!”

10. “Hvat skulum vit í sævarflóð gera?
vit hava ei tvinni silki at bera.”

Licence : All Rights Reserved


Similar Music and Audio

X